Móttøka í sambandi við ársfund hjá IFSMA í Havn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mikudagin var móttøka í Müllers Pakkhúsi í sambandi við ársfundin hjá altjóða skiparafelagsskapinum IFSMA, sum í hesum døgum hevur aðalfund í Føroyum.

Tað er Skipara- og Navigatørfelagið, sum skipar fyri fundunum, og stórur partur av vikuni fer til hesi tiltøk.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, beyð gestunum vælkomin og legði dent á týdningin av havinum fyri føroyingar: “Søgan um Føroyar hevur altíð verið ein søga um havið.”

Hon vísti á, at trygd á sjónum og vernd av havumhvørvinum eru ikki bara týdningarmikil, men ein máti at liva upp á í Føroyum.

Í røðuni varð eisini nevnt, at gestirnir koma úr øllum heiminum, og at teir við sínum vitan um hav og sigling minnir okkum øll á nakað alneyðugt: týdningin av altjóða samstarvi.

Fundirnir í Havn fara at viðgera evni sum elbilar á ferjum, sjóvinnuútbúgving, geopolitikk og aðrar áugugaverd evni.

Borgarstjórin ynskti gestunum eina góða ráðstevnu við lærdómi, samrøðu og íblástri, og vónar at síggja tey aftur í Føroyum.