Í gjár fekk MRCC tvær fráboðanir frá bátum, sum høvdu brúk fyri hjálp.
Nakað fyri klokkan tíggju í gjáramorgunin boðaði ein seglbátur frá, at báturin hevði tekniskar trupulleikar. Seglbáturin var tá staddur ein og ein hálvan fjórðing úr Mýlingi og fekk ikki siglt.
Boð vóru send eftir Rescue Vón, sum sleipaði hann til Eiðis.
Seinnapartin fekk MRCC aftur eina frábóðan frá einum báti. Hesa ferð var tað ein smábátur, sum var staddur vestanfyri, ið hevði geartrupulleikar.
Rescue Sverri bleiv sendur avstað, og fór á Miðvág við bátinum.