,

Mugu bíða tvey ár eftir olju­tanga

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Á landsins fremsta framleiðara av oljutangum, Tangavirkinum í Vági, er eftirspurningurin á oljutangum umleið tíggjufaldaður síðan miðskeiðis í november. Meðan virkið vanliga hevur havt einar 10 tangar í ordra til eina og hvørja tíð, liggur hetta talið nú uppi á 100, váttar leiðslan á virkinum.

Herfyri kom fram alment at flest allir oljutangar bygdir millum 1960 og 1980, umframt ein stórur partur av tangunum frá millum 1980 og 2000, uppfylla síðan 1. januar ikki galdandi lógarkrøv. Umhvørvisstovan vísti á at talan var sannlíkt um fleiri túsund oljutangar sum eftir lógini áttu at verið skiftir út áðrenn árskiftið. Samstundis gjørdu tryggingarfeløgini greitt at teirra tryggingar fóru ikki at taka við um møguligir skaðar skuldu staðist av oljudálking frá tangum ið ikki uppfylla krøvini.

“Ja, vit hava sæð ein munandi vøkstur í bíleggingum av nýggjum oljutangum,” segði Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum. “Flestu bíleggingar koma umvegis oljufeløgini, og tær hava ligið nokkso javnt gjøgnum tíðina. Vit hava vanliga havt einar 10 tangar í gerð, og vit klára at framleiða seks til átta tangar um vikuna, alt eftir hvat slag av tangum talan er um.”

Men so bórust tíðindi í november um evstamørk í ‘Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum’ – evstamørk ið mong tóktust at hava gloymt.

“Eftirspurningurin vaks øgiligt tá fyri jól,” legði Mortan Mortensen afturat. “Í løtuni hava vit umleið 100 tangar í ordra, so tað ger at bíðitíðin verður longri.”

Runt roknað klárar tangavirkið at framleiða 50 oljutangar um árið, men við so stórum nøgdum í ordra, verður bíðitíðin tvey ár.

Tangavirkið fæst eisini við annað enn at framleiða oljutangar úr stáli við glastrevju uttaná. Talan er eisini um vanligt smiðjuvirksemi umframt rørarbeiði og hita, vatn og sanitet, herundir montering av hitapumpum. 18 fólk starvast á Tangavirkinum ídag.

Mortan Mortensen hevur arbeitt á virkinum í 40 ár og tók við leiðsluni fyri umleið 20 árum síðan. Abbi hansara, Palle Mortensen, vanliga nevndur Argja Palli, fór undir smiðjuvirksemið har í 1932.