FM1 tosaði við Jóhan Petur Poulsen, venjara hjá Víkingi í tíðindasendingini á middegi, nú Víkingur í kvøld skal spæla dyst í Champions League í Klaksvík móti Lincoln av Gibraltar.
Jóhan Petur sigur, at allir eru klárir, uttan Bergur Gregersen, sum er langtíðarskaddur, og Rani Hansen og Bjørn Bjarkhamar, sum hava smáar skaðar.
Hóast Víkingur vann móti Europa FC frá Gibraltar í 2022, so sigur Jóhan Petur er uppgávan móti Lincoln í kvøld nógv truplari, tí hetta er tað sterkasta liðið av Gibraltar, sum er samansett við leikarum av Gibraltar og úr Spania.
Tað, sum eyðkennir liðið er, at leikararnir hava nógvar royndir, so hóast lutakastið er gott, so er hetta er ein trupul uppgáva.
Jóhan Petur sigur, at enda, at tað snýr seg um, at vinna dystin í kvøld og fáa eitt gott útgangsstøði, tí tað er trupult at spæla á Gibraltar.