,

München fær sín fyrsta alkoholfría ølgarð

Skrivað

FM1

Dagfesting

Til komandi Oktoberfest í München, so fer “Heidi” eisini at servera alkoholfríar øl í nýggja ølgarðinum í býnum, ið letur upp í morgin.

Tað skrivar The Guardian.

Á Die Null, sum garðurin eitur, verða bert leskidrykkir, mocktails, saft, vatn og alkoholfrítt øl borðreitt yvir diskin.

The Guardian skrivar, at í München eru tey ónøgd við nógvu fullu ferðafólkini, ið koma til Oktoberfest, sum millum annað herja jarnbreytastøðina og garðarnar í býnum.

Sagt verður, at málið við verkætlanini er ikki at royna at venda fólki frá rúsdrekka med alla, men at vísa, at onnur alternativ finnast, sigur Barejer Florian Schönhofer, sum er ein av bakmonnunum hjá Die Null.