Tingfundur er í dag klokkan 11, og á skránni eru munnligir fyrispurningar.
Í dag eru ikki færri enn 17 munnligir fyrispurningar, sum skulu svarast, og tað plagar ofta at vera lívligt í tinginum, tá munnligir fyrispurningar eru fyri.
Úr rúgvuni kunnu nevnast Málráðið og stavsetingarorðabókin, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, skal svara, hví játtanin til stavsetingarorðabókina er tikin av uppskotinum til fíggjarlóg til komandi ár. Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita, hvussu tað gongur at útgeva stavsetingarorðabókina, sum er komin so mikið langt nú, at bókin skjótt verður liðug.
Eisini eru prísirnir hjá Strandferðsluni á skránni, har Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita, hvørjir prísir hjá Strandferðsluni skulu javnstillast og hvørjir skulu ikki, umframt at hann vil vita frá Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum, hvørjir prísir vaksa og hvørjir skulu lækka.
Onnur mál eru sendistovan í Washington, hjálp til kvinnur, ið ynskja fosturtøku, vetrarferia, barsilsskipanin, kommunala eftirlitið, nýggj fosturtøkulóg, møgulig avtøka av serskattaskipanum og vindorka.