Elon Musk hevur valt at fara úr umsitingini hjá Donald Trump, eftir at hann hevur funnist at skattapakkanum, sum forsetin kallar “big, beautiful bill”. Tað skrivar AP.
Í skattapakkum eru skattalæggkingar fyri 5000 milliardir dollarar, og Elon Musk hevur kallað tað fyri ein ógvusliga útreiðslupost, sum fer at økja hallið.
Elon Musk var leiðari fyri Department of Government Efficiency (DOGE) og hevur í tíðini hjá Donald Trump hjálpt við at skera niður í almennum útreiðslum. Higartil eru 260.000 almenn størv niðurløgd, og Elon Musk hevur áður sagt, at hann ætlar at spara enn meira.
Men nú hevur stjórin í Tesala alment boðað frá, at hann leggur frá sær sum ráðgevi hjá forsetanum.
Skattapakkin hjá Donald Trump, hevur eisini fingið mótstøðu frá nøkrum einstakum republikanskum senatorum, sum halda, at hann kostar ov nógv. Í eini samrøðu í ovala rúminum vardi Trump lógaruppskotið:
– Eg eri ikki nøgdur við ávísar partar av uppskotinum, men eg eri sera spentur um aðrar partar, segði forsetin.
Uppskotið fevnir ikki bert um skattalækkingar, men eisini um strangari reglur fyri innflytarar.
Tað hvíta húsið váttar, at Elon Musk fer úr starvinum í umsitingini beinanvegin.
Hann hevur sjálvur sagt, at hann hevur verið ov optimistiskur um møguleikan fyri at skerja almennu útreiðslurnar, og at hann hevur undirmett, hvussu nógv føderala umsitingin kostar.