Stórhøllin við Tjarnir verður væntandi liðug seint í januar, og í Hoyvíkshaganum er nógv arbeiði í gongd í sambandi við høllina og nýggja innkoyringarvegin, sum væntandi verður endaliga liðugur í mars 2025.
Til gongufólk er ein nýggja gøta gjørd frá býlinginum oman Gil inn til høllina við Tjarnir. Gøtan hevur fingið navnið Skipagøta eftir hondbóltsleikaranum Elias á Skipagøtu.
Eisini er stuttur gøtustubbi gjørdur frá kirkjugarðinum í Hoyvík oman á gomlu gøtuna frá Hoyvík inn á Sund. Hendan gøtan gongur eisini inn til høllina við Tjarnir.
Niðanfyri er ein myndafrásøgn frá túri eftir gøtunum báðum.
Myndafrásøgn
Skipagøta byrjar við býlingin oman Gil í Hoyvík…..
…. haðan fer gøtan niðan í Hoyvíkshagan….
…og víðari móti Stórutjørn
Her sæst tann kenda Stóratjørn, sum í síni tíð legði navn til stórsligna byggiætlan í Hoyvíkshaganum.
Vit nærkast høllini við Tjarnir og Eysturoy sæst í baksýni
Frá kirkjugarðinum í Hoyvík omanfyri býlingin inni á Gøtu er ein gøta gjørd oman á gomlu gøtuna frá Hoyvík inn á Sund.
Sundsgøtan og høllin við Tjarnir
Hoyvíksingar hava altíð gingið eftir gøtuni inn á Sund. Nú brýtur høllin við Tjarnir gomlu gøtuna av.
Nærhendis høllini koma gamla gøtan inn á Sund og Skipagøta saman.
Í høllini verða 2700 sitipláss til hondbóltsdystir, 3600 sitipláss til konsertir og 4600 standipláss til konsertir.
Høllin úr einum øðrum vinkli
Inngongdin á norðaru síðu.
Tað er stórarbeiði at gera eina so stóra høll.
Inni í høllini verður gólvið lagt á.
Niðanfyri høllina er stórt vinnuøki í gerð.