Í dag er eitt ár, síðan søguliga úrslitið hjá hondbóltsmonnunum í Berlin, tá ið Elias á Skipagøtu við brotskasti í seinastu løtu javnaði til 26-26 í EM-dystinum móti Noreg.
Niðanfyri er filmsbrot frá norskum sjónvarpi, sum 3-2 deildi á Facebook.
– Resten av Færøyene står stille nå. Alle mand, alle sauer. Alt følger med………….. Et øyeblik for evigheten….., segði norski frásøgumaðurin
Eisini eru myndir tiknar millum viðhaldsfólkini, sum vóru í einari tílíkar ekstasu, sum nú eitt ár seinni framvegis gevur gásarhold og hárini reisast enn á arminum.









