,

Myndir: Fyrireikingarnar til Tonik í hæddini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fríggjadagin 9. mai fer altjóða vinnu- lista- og tøkniráðstevnan TONIK av bakkastokki, og fyrireikingarnar til ráðstevnuna eru í løtuni í hæddini í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Tórshavn.

Tað serliga við TONIK er samanrenningin millum skapandi vinnuna og tøkni vinnuna, sum skapar bestu karmarnar fyri nýhugsan. Tað verða fleiri enn 40 fyrilestrarhaldarar á trimum pallum, umframt tónleika innsløg, listarligar upplivingar, og onnur smærri forvitnislig tiltøk á ráðstevnuni.

Sí skránna til Tonik 2025 her: https://www.tonik.fo/schedule

Áhugin fyri ráðstevnuni er sera stórur, bæði í Føroyum og uttanlands. Fleiri enn 70 fyritøkur luttaka og væl yvir 600 fólk hava longu ognað sær atgongumerki til ráðstevnuni, ið nærum eru útseld.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025. Ráðstevnan verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum nú fríggjadagin 9. mai.