,

Myndir: Fyrstu føroysku venjaraprógvini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fríggjadagin fingu 25 venjarar fyrstu prógvini í nýggju føroysku venjaraúbúgvingini í hondbólti í høllini í skúlanum við Streymin.

Hondbóltssamband Føroyar skrivar, at í hesum fyrsta stiginum, stig 1.1, í venjaraútbúgvingini er endamálið at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast.

Skeiðið var skipað við tilfarið á netinum og trimum samlingum. Komandi fríggjadag fær hin helvtin av luttakarunum á stigi 1.1. eisini prógv.

Hondbóltssambandið sigur, at fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, er HSF saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, farið undir eina tilgongd at skipa eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.

Venjaraútbúgvingin er skipað í fýra stigum: Stig 1, Stig 2, Stig 3 og EHF Mastercoach. Venjaraskeiðini á stigi 1 og stigi 2 eru skipað við tveimum skeiðum.


Hondbóltssambandið hevur lagt hesar myndir út á sína Facebooksíðu.