,

Myndir: Hakin settur í til Røktarheimið á Stórubrekku

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinnapartin í dag varð fyrsti hakin settur í til Røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík. Elsa Berg, borgarstjóri, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í heilsu- og eldra nevndini, bóru fram røður.

Elsa Berg vísti á, at umsíðir kom dagurin, har byggingin av røktarheiminum fer í gongd. Hon legði dent á týdningin av at skapa tryggar og góðar bústaðir fyri eldri borgarar, sum hava lagt lunnar undir samfelagið og nú hava tørv á hjálp.

Røktarheimið verður ein týðandi útbygging av eldrarøktini í kommununi, og talið av eldri borgarum veksur munandi.

– Tørvurin á plássum er alstórur, segði borgarstjórin og vísti á, at kommunan má handla. Heimið verður eitt stórt stig fram á leið, við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum. Aftrat verður dagtilboð til eldri, stórkøkur og vaskarí, umframt fysioterapi og ergoterapi.

Byggiverkætlanin varð boðin út, og Articon vann við einum tilboði beint undir 300 milliónir krónur.

Elsa Berg heitti á borgarar um at taka væl ímóti verkætlanini og staðfesti, at hetta skal vera meira enn ein stovnur – men eisini eitt heim. Samfelagið hevur skyldu til at tryggja, at tey, sum hava borið byrðarnar, nú fáa gott og virðiligt lív.

Verkætlanin er nú sett í gongd, og borgarstjórin ynskti Articon bestu eydnu við arbeiðinum. Hon takkaði øllum, sum hava verið við í verkætlanini, bæði ráðgevum, bygginevndum og teimum, sum hava stríðst fyri, at hetta kundi gerast veruleiki.


Myndir: Tórshavnar kommuna