Nes kommuna skrivar, at nú er gongd komin á við at leingja Høganesvegin við 180 metrum. Avgrevsturin er gjørdur av umleið helminginum.
Ætlanin er at fáa til vega sjey sethúsagrundøki niðan fyri vegin, meðan tað verður møguleiki til eitt íbúðarøki á umleið 4000 fermetrar oman fyri vegin.
Falkon ger arbeiðið, meðan LBF hevur eftirlitið fyri Nes kommunu.
Á kortinum sæst, hvar Høganesvegurin verður longdur (Kort: Umhvørvisstovan / foroyakort.fo)

Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri. (Myndir: Nes kommuna)








