Myndir: Høllin við Tjarnir frá útgrevstri til í dag
Skrivað
Rói Joensen
Dagfesting
Nýggja tjóðarhøllin við Tjarnir letur upp leygarmorgunin klokkan 11.00. Tá sleppur almenningurin at síggja stásiligu høllina, sum er eitt veruligt nýbrot fyri føroyskt ítróttalív, mentanarlív og vinnulív.
Her eru nakrar myndir, sum er tiknar av høllini, síðan byrjað varð at byggja hana, til hon nú stendur klára at taka í brúk.
Myndir: Gylvi Fritsson – gylvi.fo, Búi Tyril og Rói Joensen
Høllin er við sínum kromreyða liti eyðkend í landslagnumHøllin við Tjarnir verður uttan iva eitt stórt frambrot fyri føroyskt ítróttar-, mentanar- og vinnulívAt koma inn í høllini er akkurát, sum at koma inn í eina altjóða høllEin heilt nýggjur heimur fyri føroyingarHøllin er risastór og fer uttan iva at verða karmur um nógvar søguligar hendingar komandi áriniÁskoðaraplássini kunnu hálast út, og høllin kann hýsa upp til 4.600 fólkum til konsertir og umleið 3000 til hondbóltsdystirArbeiðið at gera høllina byrjaði á vári 2023Arbeiðsheitið á høllini var Føroya ArenaBygningurin sást skjótt í landslagnumArbeitt var summar og veturHer sæst, at høllin stenur beint omanfyri brennistøðina á HjallaHøllin og nýggi innkoyringarvegurin til Havnar lata ein nýggjan heim uppEin gonguleið til høllini er eftir bygdagøtuni úr Hoyvík til NorðadalsNógv parkeringspláss skulu tilMálini skulu sjálvandi upp á plássNógvir snøklar eru at fáa upp á pláss inni ………. og útiFleiri hundrað fólk hava seinastu dagarnar arbeitt við at gera høllini kláraEdvard Fuglø hevur listprýtt høllina…… og sigast má, at listin tekur seg væl útNógv rúm eru til alt millum himmal og jørðUmklæðingarrúmini eru klár at taka móti okkara stjørnumFleiri matstovur eru í høllini