Árstíðin við ferðafólkaskipum í Vági er liðug fyri í ár. Seks skip hava vitjað í Vági í summar við tilsamans 1.747 fólkum umborð. Tað skrivar Vágs kommuna.
Fyrsta skipið kom í mai, trý í somu viku í juni og tvey í juli. Seinasta skipið, Seabourn Venture, fór avstað í gjár. Eitt skip gav avboð í juni av vánaligum veðri.
Kommunan hevur seinastu trý árini arbeitt miðvíst fyri at byggja upp eina vinnu við cruiseferðum.
Nógv orka er løgd í fyrireikingararbeiðið, og bæði íbúgvar og vinnulív hava verið við til at skapa góðar upplivingar.
– Fyri okum er tað umráðandi, at ferðafólkini fáa eina veruliga og góða uppliving, sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari.
Ein stuttfilmur varð framleiddur í samband við vitjanina hjá Ocean Endeavour. Filmurin vísir, hvussu Miðlatún og Vágs Havn fyriskipa vitjanirnar.
Filmurin sæst niðanfyri:
Myndir

































