Í gjár vóru fólk frá Skíðfelagnum Fjalir upp á Sornfelli at gera sleipilyftina klára til veturin. Tað skrivar skíðfelagið á Facebook.
Hóast 6 kuldastig,vóru líkindini góð og stilt var í veðrinum. Átta fólk arbeiddu í umleið tríggja tímar. Nú manglar bara at fáa neyðstoppini upp á pláss, so sleipilyftin er klár, tá kavin leggur seg.
Her eru nakrar myndir, tá ið lyftin var gjørd klár í gjár.