SMJ vann verkætlanarkappingina at byggja farstøðini í Vága Floghavn út.
Á almennari samkomu í Kirkjuhúsinum í Sørvági í gjár vórðu tey fýra uppskotini sýnd fram, og vinnarin avdúkaður.
Tey luttakandi toymini vóru AFRY Danmark A/S, Henning Larsen NA, SNA og SMJ, sum vann kappingina sum høvuðsráðgevi.
SMJ fer nú undir samráðingar um sáttmála saman við undirráðgevunum Zeso Arkitekter, Kontrast Arkitektar, Spenn og Niras.
Nevndarforkvinnan í Vága Floghavn, Birita Sandberg Samuelsen, takkaði luttakandi toyminum og legði fram grundgevingarnar hjá dómsnevndini.
SMJ sigur á Facebook, at farstøðin avspeglar føroyska mentanararvin, og samstundis er opin móti útheiminum.
Myndir: SMJ







