,

Myndir: Tunlarnir norður um Fjall tiknir í brúk

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag var alment hátíðarhald í sambandi við, at nýggju tunlarnir norður um Fjall vórðu tiknir í brúk,

Nógv fólk var komið saman í kuldanum hendan hátíðardagin. Sigurð Ó. Vang stýrdi hátíðarhaldinum, og stjórin í Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, bjóðaði vælkomin.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommmunu og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon søgdu nøkur orð, og Klaksvíkar hornorkekstur spældi nakrar tónar undir hátíðarhaldinum.

So var stóra løtan komin, tá ið Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, klipti snórin, og nú vóru tunlarnir opnir.

Fyrstur at koyra gjøgnum tunlarnar var elsti borgari í Hvannasunds kommunu, 88 ára gamli Sigfríður Joensen, og við í bilinum var sjóvarpsmaðurin, Tórur Mikkelsen, sum í beinleiðis sjónvarpi tosaði við Sigfríð Joensen á hesum søguliga biltúri.

Eftir hátíðarhaldið bjóðaði Landsverk og Hvannasunds kommuna øllum til drekkamun í Skúlanum á Fossánesi.

Áðrenn sjálvt hátíðarhaldið runnu, gingu og súkklaðu fólk ígjøgnum nýggju tunlarnar í samstarvi við rennifelagið Treysti og súkklufelagið Norðstrok.


Myndir: Gylvi Fritsson (GYLVI)