Tilsamans eru nú skrásettar 5.715 harur, sum eru skotnar á 695 túrum í umleið 270 høgum kring landið í 2024. Hetta er eitt sindur meira enn í 2023, tá ið 5.300 harur vórðu skrásettar at vera skotnar í Føroyum.
Men enn mangla fleiri tøl. Á kortinum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.
Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes, er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
Fyri teir reyðu hagarnar er enn einki skrásett.
Í teimum gulu høgunu” hava teir ikki skotið harur í 2024.
Eyðfinn Magnussen heitir á teir, sum hava skotið harur í 2024 , um at skráseta túrarnar. Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni haran.fo.

