Í dag er aftur dystardagur í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum.
Klokkan 15 spæla Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru í Klaksvík. Fótbóltssambandið sigur, at hýrurin kann væntast at verða góður, tí nærum øll atgongumerkini eru seld.
Hini bæði londini í bólkinum, Noreg og Niðurlond, spæla á Tórsvølli klokkan 18.
Føroyar taptu í fyrsta dystinum 10-0 móti Noreg.