Klokkan 10.00 í morgun vóru atgongumerkini til avgerandi HM-undandystin hjá kvinnulandsliðnum móti Litava í høllini við Tjarnir sett til sølu, og longu nú eru atgongumerkini nærum útseld.
Standipláss eru framvegis tøk og nøkur heilt fá einstøk sitapláss.
Dysturin verður mikudagin 9. apríl kl. 19.00 í høllini við Tjarnir. Hetta verður fyrsti dystur hjá kvinnulandsliðnum í høllini við Tjarnir.
Seinastu atgongumerkini kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Seinni dysturin verður í Litava 13. apríl.