Næstan sum í gomlum døgum millum Kyndil og VÍF

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Faxe Kondi Steypakappingin Menn
Kyndil – VÍF 30-31 (15-14)

Tað gjørdist eins spennandi og væntað í høllini á Hálsi, tá ið Kyndil og VÍF spældu fyrrverandi klassikaran í føroyskum manshondbólti hálvfinaluni í steypakappingini.

Hóast høllin ikki kann sammetast við gomlu høllini, so kókaði hon seinastu minuttirnar, tá ið kyndilsmenn og vestmenningar stríddust at vinna sær fyrimun undan seinnu hálvfinaluni.

Tað eydnaðist VÍF at vinna við einum máli, men tað hevur einki at siga í tí stóra heila, tí tað eru heilir 60 minuttir eftir at spæla.

Hart strið um fyrimunin

Leingi hevði VÍF ein lítlan fyrimun fyri steðgin, og Kyndil mátti stríðast nógv meira fyri at skora stóran part av fyrra hálvleiki. Kortrini eydnaðist tað sum oftast Kyndil at skora, og tað var millum annað orsaka av, at Mladen Mjerimecka ikki tók eins nógv, sum hann plagar inni í málinum.

Í hinum endaðum hevði Tórur Guttesen nakrar týðandi bjargingar, sum gjørdu, at VÍF ikki slapp frá Kyndli.

Sum heild gleið álopssplælið hjá VÍF betri. Dánjal Ragnarson høgdi nøkur skot í málið. Hann spældi eisini nakrar ferðir Kristian Jensen leysan á strikuni, og so gjørdi Tróndur Johnson veruligan mun, tá ið hann kom inn á miðjuna.

Fyri Kyndil vóru tað sum so ofta Tobias Thiesen og William Skovsager sum vóru drúgvast. Tað sást eisini, at leikararnir hjá Kyndli sum heild eru sterkari og tyngri enn vestmenningarnir, og so hevði Kyndil eisini tað neyðuga tolið at bíða eftir rættu møguleikunum.

Beint fyri hálvleik kom Kyndil tvey mál fram um, men VÍF náddi at minka til hálvleikstøðuna 15-14.

Spennandi til tað síðsta

Kyndil helt seg framman fyri fyrstu løtuna eftir steðgin. Verjan hjá VÍF hevði trupult við at steðga álopunum hjá Kyndli, og Mladen lat framvegis bíða við teimum stóru bjargingunum.

Hinvegin stóð verjan hjá Kyndli væl, og VÍF mátti veruliga spíla seg út fyri at skora. Óla Jákup Gaard kláraði tó við trimum málum av høgra bakki at halda VÍF inni í dystinum.

VÍF fekk aftur betri tak í verjuni. Filip Jojic og Magnus Müller vardu meistarliga í miðverjuni hesa løtuna, og Kyndil fór eisini fyri fyrstu ferð í dystinum at gera feilir.

Tá ið Sjúrður Olsen við brotskasti gjørdi tað til 20-22 til VÍF, valdi Hjalti Mohr Jacobsen at taka leikbrá. Kyndil valdi nú at spæla við sjey monnum í álopinum, og Kyndil megnaði nú at spæla seg gjøgnum verjuna hjá VÍF, og Wiliam Skovsager skoraði tvey mál.

Bjarni Gunnarsson Jacobsen kom inn í málið hjá VÍF, og hann hevði hepni við at halda Kyndli frá at skora nøkur álop, og so slapp VÍF trý mál fram um 25-28, og sjey minuttir vóru eftir.

Kyndil hevði tó eitt orð afturat at siga í dystinum, og stirkuspælið inni til Rók Akralíð riggaði nakar ferðir. Eisini helt William Skovsager fram við stórspælinum, og hann javnaði til 30-30 við einum langskoti, tá ið ein minuttir var eftir.

Tað eydnaðist tó Óla Jákup Gaard at høgga eitt skot afturat í málið, og tá ið Kyndil ikki kom til skot í seinasta álopinum vann VÍF 30-31.

Alt er opið undan seinna dystinum, sum verður í Vestmanna sunnukvøldið klokkan 19.00.

Faxe Kondi Steypakappingin Menn
Kyndil – VÍF 30-31 (15-14)

Kyndil:
William Skovsager 11 (1)
Tobias Thisen 3 (1)
Høgni Klein Olsen 3 (1)
David Edvardsen 1 (1)
Simon Højmark Petersen 2
Rógvi Dal Christiansen 2
Ovi Lützen 2
Jákup Jørgensen 2
William Summers Nolsøe 2
Rókur Akralíð 2
Erling Erlendsson
Andrias Berglíð Sólsker
Jan Pauli Toft Johannesen
Tórður Skorheim Guttesen
Jóan Pauli Patursson
Tummas Jákup Sørensen

Útvísingar:
Rógvi Dal Christiansen : 1
David Edvardsen : 1
Erling Erlendsson : 1

VÍF:
Dánjal Ragnarsson 7
Tróndur Johnson 5
Sjúrður Olsen 5 (4)
Kristian Jensen 5
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Filip Jojic 3
Andrias Eriksen 1
Magnus Müller 1
Bjarni Gunnarsson Jacobsen
Eyði Bjargarson
Eyðbjørn Heini Danielsen
Ragnar Ingdorsson
Fríði Holm í Innistovu
Djóni Bárðarson Nielsen
Mladen Mjerimacka
Brandur Martinsson Hansen

Útvísingar:
Sjúrður Olsen : 1
Magnus Müller : 2
Andrias Eriksen : 1

Dómarar: Thomas Juul Sólbjørnsson og Jógvan Skeel Nolsøe