Nám, sum umsitir Námsætlanirnar í skúlaverkinum, boðar frá, at nakrar námsætlanir og leiðbeiningar eru dagførdar til skúlaárið, sum byrjar hesa vikuna.
Talan er um næmsætlanirnar í:
- Alisfrøði og evnafrøði 7-9
- Heilsukunnleiki og seksualupplýsing 1-9
- Heimstaðarlæra 1-3
- Støddfrøði 1-10
- Føroyskt sum annaðmál til vaksin
Umframt námsætlanirnar eru eisini leiðbeiningar og onnur tilhoyrandi skjøl.
Allar námsætlanir og tilhoyrandi tilfar eru tøk á síðuni namsaetlanir.fo.