Nakrir stomskaðar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nógvur vindur var í nátt, og løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir um vindskaðar. Stormurin byrjaði um fýra tíðna í nátt.

Í Hoyvík var ein altan um at skrædna úr einum húsum, meðan takplátur og ryggásir eru rivin aðrastaðni. Í Hvalba feyk ein tekja, sum var klár at leggja á eitt hús, og boð vóru send eftir Suðuroyar Norðarabjargingarfelag at tryggja hana. Í Klaksvík slitnaði endin hjá trolaranum Polarhav, men hann varð skjótt bundin aftur uttan skaðar.

Fráboðanir hava eisini verið úr Vági, Tvøroyri, Trongisvági, Toftum, Rituvík, Norðragøtu og Hósvík um brotin vindeygu og húsaklædningar, sum eru losnaðir. Løgreglan sigur, at vindurin er minkðaur, men fólk verða biðin um at ansa sær, tí ymiskt framvegis fýkur í vindinum.


Mynd: Claus Olsen – Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag