Aftur í ár skipar Nám fyri tiltakið í sambandi við altjóða dagin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp.
Dagurin, sum verður hildin tann 27. januar, fer í ár at seta sjóneykuna á fólkamorðið í Kambodja.
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertur, og tiltakið verður stroymt til allar framhaldsdeildir, miðnámsskúlar og áhugað á opnu undirvísingarsíðuni Snar.
Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, fer at geva eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja. Eisini verður ein filmur vístur, og Turid Dyssegaard greiðir frá, tá hon og maðurin arbeiddu í landinum.
Fyriskipararnir varpa eisini á temasíðu á Snar ljós á aktuellar støður við støði í ástøðinum hjá Stanton um tey tíggju stigini, sum eyðkenna eitt fólkamorð. Í hesum sambandi verður ein samrøða við Mariu Olsen úr Ukraina og Brand Jacobsen um integratión.
Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slagi, síðan hann varð ásettur við lóg í 2017.
Tað er Nám, sum samskipar dagin. Ólavur í Geil er samskipari.
Altjóða dagur til minnis um holocasst og onnur fólkadráp
Skráin
10.00 Vælkomin
Høgni Joensen, stjóri í skúlanum við Løgmannabreyt
Ólavur í Geil, samskipari á Altjóða degnum til minnis um Holocaust og onnur
fólkadráp
10:10 Søguligt baksýni
Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, um fólkadrápið í Kambodja
10:25 Føroyingar í Kambodja
Turið Dyssegaard um at starvast í Kambodja
10:40 Kambodjabúgvar, seta orð á fólkamorðið
Filmur við fólkum úr Kambodja, sum búgva í Føroyum
10:50 At búgva og arbeiða í Føroyum
Samrøða við Brandur Jacobsen og Mariu S. Olsen um integratión í Føroyum
11:05 Polarisering og bólkaatferð
Birita Lamhauge Jóansdóttir, sálarfrøðingur, um polarisering og bólkaatferð
11:20 Hvat hava vit lært?
Næmingar úr skúlanum við Løgmannabreyt siga frá, hvat tey hava lært á
tiltakinum
