Nám hevur yvirtikið heiðuslønina Vitanarfróðu, sum í fleiri ár hevur verið skipað av Granskingarráðnum í samstarvi við skúlar kring landið.
Í ár vann 7.b. í Eysturskúlanum kappingina við frágreiðingini Hví droyma fólk? og fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025 umframt eina virðisløn á 3.000 krónur.
Framyvir verður tað Nám, sum umsitur Vitanarfróðu og skipar árligu kappingina, meðan Granskingarráðið verður samstarvspartur. Tilfarið um Vitanarfróðu er nú tøkt á Snar, og í januar verður ein kveikingardagur fyri lærarar, har Pál Weihe fer at greiða frá granskingararbeiði.
Granskingarráðið sigur farvæl við Vitanarfróðu við sorgblíðni og takkar fyri gott samstarv.
– Nú verður tað Nám, sum skal stuðla skúlanæmingum í gransking, og vit gleða okkum til at síggja teir vaksa og búnast undir teirra veingjabreiðum, sigur Granskingaráðið.
Á myndini eru Henny Dánialsdóttir úr Námi og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum