Í Námsvarpinum hesa ferð prátar Nicodemus Líggjasson við Una wardum, námsfrøðing á Gulaskúla á Argjum, sum er eitt sertilboð til næmingar í 4. – 10. flokk, sum vegna serligar avbjóðingar, til dømis autismu ella ADHD, hava trupult við at laga seg til umstøðurnar í vanliga fólkaskúlanum.
Í Gulaskúla ganga spæl og undirvísing hond í hond, og námsfrøðingar og lærarar arbeiða í felag – okkurt um ein triðingur av starvsfólkunum er námsfrøðingar..
Uni Wardum leggur millum annað dent á, at trivnaðurin altíð skal standa fremst, tí hann er ein avgerandi fortreyt fyri, at næmingarnir kunnu læra nakað og mennast. Strembað verður eftir, at allir næmingarnir fáa prógv, og ongin næsmingur verður sleptur, fyrr enn vissa er fyri, at aðrar hendur taka yvir.
Les meira her.
Kelda: Føroya Pedagogfelag