Neistakvinnur halda fram í góðan stimanum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tveir dystir vóru í bestu kvinnudeildini í dag.


EB – Neistin 24-31 (12-18)
Neistakvinnur hildu fram í tí góða stimanum, sum tær hava verið í seinastu tíðina. Í dag vann Neistin móti EB. Havnarkvinnurnar avgjørdu dystin beinanvegin, og tá ið 20 minuttir vóru spældir var støðan 14-6. Hóast EB onkutíð kom niður á fýra fimm mál, so var eingin vegur aftur. Eftir 18-12 í hálvleikinum, vann Neistin 31-24.

Hjá EB skoraði Silja Geirsdóttir Wardum 8 ferðir, og Silja Heðinsdóttir gjørdi 6 mál fyri Neistan.


Kyndil – StÍF 38-27 (19-15)
Oddaliðið Kyndil vann greitt móti StÍF, 38-27. StÍF fylgdi við í eitt korter, og so fór Kyndil frá. Í hálvleikinum var 19-15 til Kyndil, sum vann dystin 38-27.

Turið Arge Samuelsen skoraði 10 mál fyri Kyndil, og Josefine Dyring skoraði 9 mál fyri StÍF.


Stigatalva SMS-deildin

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil1656034521532
H711653542211325
VÍF1548134413723
Neistin164203942619
StÍF14312397-8510
Stjørnan14352447-956
EB16397525-1285
VB15333516-1832