Neistakvinnur í hálvfinaluni eftir vánaligan dyst

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS-deildin, fjórðingsfinala
Neistin- StÍF 36-27 (10-8)

Talan var ikki um nakran góðan hondbóltsdyst, tá ið Neistin og StÍF spældu fjórðingsfinalu í landskappingni í hondbólt.

Allan fyrra hálvleik var sera lítið skil í hjá báðum liðum. Nógvir tekniskir feilir og vánalig skot, og oman á alt, hevði StÍF gloymt at seta afturvendan veteranin Rebekku Justinussen, á dómaraseðilin So hon mátti aftur skiftirúmið, so skjótt hon kom inn kom inn.

Neistin fótaði sær nøkulunda móti endanum av fyrra hávleiki. Tær fingu betri skil á skotini, meðan StÍF helt fram at brenna móti dagsins leikara, Yui Shibuya í málinum hjá Neistanum.

Í seinna hálvleiki hevði Neistin eina rímiliga greiða leiðslu leingi, og tá ið StÍF ikki kláraði at gera nakað serligt gagn av støðuni, tá ið Neistin hevði tríggjar útvísingar samstundis, bendi alt á at Neistin fór at vinna.

Tað kom tó spenningur í dystin aftur, og við Josefine Dyring á odda komu strandakvinnur niður á 27-26, tá ið tríggir minuttir vóru eftir.

Men júst í hesi støðuni megnaði ein av venjarunum hjá StÍF, Mikkel Lindkvist, at fáa sær eina útvísing, og við einum færri leikara á vøllinum seinastu minuttirnar, eydnaðist ikki StÍF at fáa Neistan aftur. Úrslitið gjørdist 28-26.

Fyri Neistan skoraði Silja Heðinsdóttir 8 mál, meðan sum ikki einaferð var Josefine Dyring toppskjútti við heili 12 málum.

Neistin skal spæla móti Kyndli í hálvfinaluni, og tá kann Neistin bara yvirraskað, tí Kyndil hevur verið flúgvandi í landskappingini í skjótt tvey ár.

Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo