Neistin hevði størri breidd enn EB

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

SMS kvinnur
Neistin – EB 37-26 (17-13)

Eiðiskvinnur komu nøkur mál afturum beinanvegin í dystinum móti Neistanum, og tað kundi bent á, at Neistin fór at renna frá EB.

Ikki tað, EB hevði næstan líka nógvar málmøguleikar sum Neistin fyrstu løtuna. Men japanska Yui Shibuya í málinum hjá Neistanum stóð væl.

Hóast Neistin eisini brendi nøkur skot, komu tær rímiliga skjótt fram um 5-2, og tann munurin helt sær restina av fyrra hálvleiki.

Ein ørsøk, at EB kláraði at fylgja við, var gott arbeiði í miðverjuni hjá teimum báðum Ranu Johannesen og Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk. Báðar eru stórar og sterkar, og í fyrra hálvleiki arbeiddu tær eisini so mikið væl, at tær stundum noyddu Neistan út í trupul skot.

Eisini eydnaðist hjá EB at fáa nøkur mál aðru bylgju í skjótum mótálopum, og sum fyrri hálvleikur leið fóru Eiðiskvinnur eisini at skjóta betri. Málini komu fyri tað mesta frá Sanja Pajic á vinstra bakki, og margítróttakvinnuni, Leu Lisberg, sum eisini er landsliðsleikari í fótbólti.

Meðan EB við sínum smala hópi við tveimum útileikarum á beinkinum mátti spæla við sama liði fyri tað mesta. So hevði Neistin nógv betri møguleikar at hvíla leikarar. Tað merkti millum annað, at góðir leikarar sum Ró Reginsdóttir og Silja Heðinsdóttir eisini fingu hvíld á beinkinum. Tað gav møguleikan til millum aðrar Eir Martinsdóttir, sum skoraði nøkur góð mál frá høgra bakki. Eisini var Tóra Mortansdóttir trygg í sínum skotum av høgra veingi.

Eina løtu beint fyri hálvleik sá út til, at Neistin fór at draga meira frá. Men EB helt tørn, og hálvleiksstøðan var 17-13 til Neistan.

Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. Neistin hótti við at fara undan og var einar tvær ferðir framman fyri við fimm málum. Tað hekk tó ikki ordiliga saman hjá Neistanum, og nakrar ferðir eydnaðist Leu Lisberg og Sanju Pajic at fanga bóltar frá Neistanum og skora upp á skjót mótálop.

EB hevði tó ikki neyðugu breiddina og orkuna at taka Neistan aftur. Feilirnir í álopinum gjørdust fleiri, og tað gjørdi, at Neistin fekk nøkur skjót løtt mál í hinum endanum. Frá 25-22 fór munurin upp á seks minuttir upp á 31-24, og so var dysturin endaliga avgjørdur.

Seinastu minuttirnar gekk orkan hjá EB undan. Neistin skoraði upp á nógv skjótálop, og úrslitið gjørdist 37-26 til Neistan,

Hjá Neistanum vóru nógvir málskjúttar. Veingirnir báðir, Hervør Niclasen og Tóra Mortansdóttir, skoraðu 6 og 5 mál. Eir Martinsdóttir gjørdi eisini 5 mál.

Hjá EB hekk nógv á Sanju Pajic, sum skorðaði 9 mál. Næstbesti málskjútti var Lea Lisberg við 6 málum

Dysturin á Handballstatz

Dómaraseðil á hsf.fo

Stigatalva SMS Kvinnur

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil931618213418
H7182792097014
VÍF72241517312
Neistin923022559
StÍF8167210-436
EB9217290-733
VB8194275-812
Stjørnan8186271-852
Kelda: hsf.fo