SMS-deildin kvinnur
Kyndil – Neistin 32-28(19-16)
Kvinnurnar hjá Neistanum hava verið við undirlutan móti Kyndil tey seinastu ár, og nú neistaliðið er rættiliga nýtt hetta kappingarárið, so væntar eingin, at Neistin ger nakað við Kyndil.
Hesir dystir millum grannarnar Kyndil og Neistan hava tó altíð ein ávísan spenning yvir sær, tí er tað nakað, sum hesi liðini ynskja, so er tað at vinna móti hvørjum øðrum.
Í dag megnaði Neistin at hanga í Kyndli í tjúgu minuttir, áðrenn Kyndi fór nøkur mál frá og var verandi har.
Í hálvleikinum var 19-16 til Kyndil, og í seinna hálvleiki var munurin fyri tað mesta um fimm mál.
Hjá Kyndil var enn sum áður Turið Arge Samuelsen toppskjútti við tíggju málum. Hjá Neistanum skoraði Silja Heðinsdóttir 11 mál. Hon hevur veruliga fingið møguleikan, nú Maria Pálsdóttir Nólsoy er farin av landinum at spæla.
Stigatalva
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
Kyndil | 8 | 280 | 169 | 111 | 16 |
H71 | 7 | 242 | 184 | 58 | 12 |
VÍF | 6 | 183 | 131 | 52 | 10 |
StÍF | 7 | 154 | 174 | -20 | 6 |
Neistin | 7 | 162 | 177 | -15 | 5 |
EB | 8 | 191 | 253 | -62 | 3 |
VB | 7 | 169 | 238 | -69 | 2 |
Stjørnan | 6 | 144 | 199 | -55 | 2 |