Nes kommuna boðar frá, at fíggjarárið 2024 royndist betri enn væntað.
Skattainntøkurnar vóru 86,1 milliónir krónur. Tað er 5,2 milliónir krónur hægri enn í 2023. Samlaðu inntøkurnar vóru 5,8 milliónir krónur betri enn mett í fíggjarætlanini.
Rakstrarútreiðslurnar vóru 73,0 milliónir krónur, sum var í samsvar við játtanina. Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 12,0 milliónir krónur, tað er 5,9 milliónir krónur hægri enn ætlað.
Íløgurnar í 2024 vóru 8,7 milliónir krónur netto, sum er munandi lægri enn játtaðu 24,1 milliónir krónurnar.
Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vórðu nýttar, verða fluttar til 2025. Tað merkir, at Nes kommuna fer at hava meiri fíggjarligt rásarúm komandi ár.
Samanlagt vísti roknskapurin avlop á 3,3 milliónir krónur, samanborið við undirskot á 8,1 milliónir krónur í 2023
Við ársenda 2024 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 32,9 milliónir krónur, svarandi til 35,3 prosent av skattaálíkningini. Skuldarmarkið hjá kommununi var 93,1 milliónir krónur við ársenda, og sostatt er skuldarstøðan væl innan fyri markið.