, ,

Kveistrar burt­ur rættar­trygd

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Eitt uppskot um føroyska ‘nettrygdarlóg’ er ónýtiligt og tó so vandamikið at tað kann geva myndugleikum óavmarkaða atgongd til telduskipanir og trúnaðarupplýsingar hjá einstaklingum og fyritøkum, uttan sakligar grundir.

Tað vísa greiningar av uppskotinum gjørdar gjøgnum ChatGPT, samstundis sum KT ráðgevin Torben Nielsen gevur til kennar líknandi uppfatan av lógaruppskotinum.

“Tá ein lesur uppskotið sæst at tað eru mest sølufólk, juristar, stjórar og onnur við fyrisitingarligari útbúgving ið hava ført pennin,” viðmerkir Torben Nielsen í einum hoyringsskrivi til lógaruppskotið.

“Tað er ikki nógv, um nakað, ið tekur ta operationellu og tøkniligu síðuna av verjuni av Føroya landi,” sigur Torben Nielsen, sum hevur drúgvar royndir og innlit innan KT trygd og rakstur av kritiskum KT skipanum og eitt nú hevur arbeitt fyri Mærsk Line, Mærsk Data, IBM, Carlsberg og danska statin.

“At innflyta ES lóggávu, ið sjálvt juristar hava trupulleikar við at skilja, er ikki nakað ið fer at gagna Føroyum ella KT trygdini í Føroyum,” sigur KT ráðgevin.

“Ongin við einari tøkniligari útbúgving og vitan kann taka ábyrgd av at liva upp til lógina, sum við sínum 62 síðum og 297 tilvísingum er fullkomiliga ógjørlig at skilja og liva upp til.”

“Vit mugu hugsa um treytirnar vit liva undir í Føroyum,” staðfestir Torben Nielsen víðari. “Vit eru 55.000 fólk og 55 milliónir fólk. ES er við sínum árligu 13.000 lógum og reglum við at kvalast í óneyðugari fyrisiting og pseudoarbeiði. Tann leistin mugu vit ikki innflyta.”

“Uppskotið fer at senda øll føroysk KT fólk á eina skattaveiði til at finna útav hvussu ein skal fortolka, greina og skilja lógina og gita seg fram til hvat ein skal gera.”

“Fyrsta kravið til eina loysn innan KT og tilbúgving er at hon er til at implementera og er operationel,” viðmerkir KT ráðgevin.

“Internetið er gjørt til at yvirliva atomkríggj. Vit eru í ferð við at grava okkara egnu grøv við at bróta innbygda autonomitetin og strukturin, í tí vit vænta at alt altíð ferð at koyra. Vit skulu yvirliva tá alt ikki koyrir, men tryggja at Føroyar koyrir víðari við øllum neyðugum funktiónum.”

Tann ‘nettrygdardepil’ sum lógaruppskotið umtalar er at meta sum ein totaliter skipan, sambært Torben Nielsen. “Vit lesa hetta sum ein nýggjan stovn við lóggevandi, útinnandi og dømandi makt, ið fær full rættindi at gera alt við øll.”

Óhugnin kemur eisini fram í greiningum umvegis vitlíki. ChatGPT listaði fleiri punkt í lógaruppskotinum sum seta persónlig og vinnulig frælsi í vanda, nevniliga kravd yvirvøka av KT skipanum (§ 36); einvegis atgongd hjá myndugleikum til dátur (§ 39); tvungin avdúking av viðhvomum upplýsingum (§§ 43–45); breið undantøk fyri stjórnarráð (§ 2, Stk. 4); fyribils suspensión av leiðslum (§ 57); møguleiki hjá myndugleikum at faraút um mark í sambandi við kreppustøður (§ 11–13); møguligir vandar fyri immateriell rættindi (§ 36, § 39); høgur kostnaður fyri at fylgja lógini (§§ 8, 9, 15).