,

Nettrygdarlóg skal tryggja betri nettrygd

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein nýggj nettrygdarlóg skal eftir ætlan setast í verk fyri at hækka nettrygdarstigið í Føroyum. Tað skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráiðið.

Landsstýrið legði á heysti 2023 fram Nettrygdarætlanina, sum fevnir um átta strategisk mál og tjúgu átøk fyri tíðarskeiðið 2024-2026. Høvuðsendamálið er at fyrireika og leggja uppskot til nettrygdarlóg fyri løgtingið.

Uppskotið til nettrygdarlóg er nú sent til hoyringar og verður lagt fyri tingið í vár. Við lógini verður skotið upp at stovna ein nettrygdardepil, sum skal samskipa nettrygdina og hava eftirlit við, at kjarnutænastur í Føroyum eru vardar í mun til nethóttanir.

Lógaruppskotið byggir á tvey ES-direktiv, NIS2 og CER, og viðkomandi danska lóggávu. Hetta skal tryggja, at samfelagið virkar trygt í mun til nethóttanir og fysiskar hóttanir.

Nettrygdarlógin áleggur eindum, sum veita kjarnutænastur, at tryggja eitt høgt nettrygdarstig. Tillagingar verða gjørdar til føroysk viðurskifti, so lóggávan hóskar til smáar fyritøkur og eindir í Føroyum.

Hoyringarfreistin er 27. januar 2025.