Newcastle hevur spælt seg til finaluna í ensku liga-steypakappingini, Carabao Cup. Hetta er samstundis ein møguleiki hjá teimum at enda 70 ára bíðitíð eftir einum innlendis steypi.
Newcastle vann í kvøld 2-0 á Arsenal í seinna hálvfinaludystinum og samanlagt 4-0. Jacob Murphy og Anthony Gordon skutu málini á stúvstabbaða leikvøllinum á St. James’ Park.
Newcastle skal spæla móti antin Tottenham ella Liverpool í finaluni, ið verður spæld á Wembley leygardagin 16. mars. Tottenham er frammanfyri 1-0 eftir fyrra dystin, og seinni dysturin verður hóskvøldið á Anfield.
Vit skulu heilt aftur til 7. mai 1955 fyri at finna seinasta innlendis steypið, sum Newcastle vann. Tann dagin vann Newcastle finaluna í FA-cup 3-1 móti Manchester City frammanfyri 100.000 áskoðarum á gamla Wembley