Nexum er í finaluni

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Stórur spenningur er í Koldingshus í Kolding í dag, nú bólkurin, Nexum, úr Runavíkar kommunuskúla, júst er komin í finaluna í Next Level-íverksetarakappingini, har vinnandi bólkurin gerst danskur meistari í íverksetan fyri næmingar í 8.-10.-flokk.

Nú skal bólkurin “pitcha” sítt hugskot á høvuðspallinum, og eftir framløguna verður avgjørt, hvør vinnarin verður – og hvør verður nummar tvey, trý og fýra.

Umleið klokkan 14 vita vit, hvussu gingist hevur hjá Nexum, tá tá verður vinnarin kunngjørdur.

Nexum vann SkúlaFM fyrr í ár.