Neyðtøka á ólavsøku: Sekur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ein 18-ára gamal ára gamal maður varð í gjár funnin sekur í Føroya rætti fyri at hava neyðtikið eina kvinnu ólavsøkunátt í 2021.

Maðurin er dømdur fyri at hava neyðtikið kvinnuna í miðbýnum í Havn, og hóast kvinnan rópti, at maðurin skuldi steðga, so gjørdi hann ikki tað og legði í staðin hondina fyri munnin á henni, so hon ikki fekk rópt.

Sambært ákæruritinum royndi kvinnan eisini at skræða seg leysa, men hetta eydnaðist ikki.

Rætturin tók í gjár avgerð um skuldarspurningin og fann mannin sekan, men revsispurningurin verður avgreiddur seinni, tí persónskanningin frá Kriminalforsorgini var ikki klár, og hendan skal fyriliggja, áðrenn maðurin kann dømast.

Maðurin var 16-ára gamal, tá hann framdi neyðtøkuna, og tað kann geva linari dóm, at hann var so ungur, sigur Ingi Midjord, ákæri, sum kortini ger greitt, at pástandurin hjá ákæranum var treytaleys fongsulsrevsing.