Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vil hava at vit hvør hevur ábyrgdina av, at byggingin av H-bygninginum er farin av lagi.
Hann spyr landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, hvussu tað ber til, at ein verkætlan við fullari fakligari umboðan og skipaðum eftirliti kortini kann enda við so stórum avvikum kostnaðarliga og stórum avbjóðingum gjøgnum byggitiðina.
Johan Dahl vil hava málið kannað til fulnar. Hann sigur, at um eingin verður drigin til ábyrgdar, sendir hetta eitt skeivt signal, sum kann undirminera álitið á framtíðar almennar byggiverkætlanir.
Hann spyr eisini, um landsstýriskvinnan ætlar at brúka óvildig fakfólk við servitan og kunnleika til bygging í Føroyum, so ábyrgdin kann staðfestast, og møgulig endurgjaldskrav reisast.
Ein annar spurningur snýr seg um, hvat eftir er at gera. Johan Dahl vil vita, í hvørjum pørtum av bygninginum broytingar mugu gerast ella endurskapast, og hvussu stór samlaða rokningin verður.
At enda spyr hann, um tað er rætt, at valda tilfarssamansetingin og mátin, bygningurin er klæddur uttan, kann elva til álvarsligar trupulleikar innan stutta tíð, bæði við tering og møguliga við soppi.
Johan Dahl kallar H-bygningin eitt álvarsamt dømi og heldur, at tað er alneyðugt, at hetta málið verður kannað til fulnar.