Neyðugt við eldraverju í Føroyum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað er upp á tíðina, at vit fáa eina eldraverju í Føroyum.

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum eftir ólavsøku fer at reisa spurningin um eldraverju á tingi.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísir á, at vit hava ikki kanningar úr Føroyum um ágang móti teimum eldru, men úr grannalondum okkara hoyra vit ofta um ágang móti teimum eldru, og sambært Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísa kanningar úr grannalondunum, at umleið trý til fimm prosent av teimum eldru í Norðurlondum verða útsett fyri ágangi av onkrum slag.

Oftast er talan um fíggjarligan ágang, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, men eisini seksuellur og sálarligur ágangur er at síggja, umframt at talan kann vera um ágang í sambandi við mangul upp á umsorgan og hjálp.

Aloftast verður ágangurin framdur av fólki í familjuni ella øðrum persóni, sum tann eldri er bundin at í gerandisdegnum. Av somu orsøk kann eisini vera torført hjá tí eldra at boða frá áganginum, og tí er neyðugt við einari nøktandi eldraverju, ið kann verja tey eldru móti ágangi.

Eisini skal eldraverjan tryggja, at tey eldru fáa ta hjálp og tey rættindi, ið tey hava rætt til, og at tey og teirra avvarandi hava onkran at venda sær til, um ikki alt gongur, sum tað skal.

Eldraverjan skal vera ókeypis fyri brúkaran, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og øll, sum eru eldri enn 67 ár- og teirra avvarandi – skulu kunna ringja til eldraverjuna, um illgruni er um ágang, men eisini fyri at fáa hjálp og góð ráð.