N’Golo Kanté verður nú eisini at síggja í Pro League í Saudi Arabia, sambært Fabrizio Romano.
Tann franski miðvallarin verður sostatt liðfelagi hjá Karim Benzema.
Kanté kom úr Leicester til Chelsea í 2016 fyri umleið 35,8 mió evrur.
Síðani hann kom til England, hevur Kanté vunnið alskyns steyp. Millum annað Premier League tvær ferðir og Champions League í 2021. Harafturat kunnu eisini teljast Club World Cup, UEFA Super Cup, Europa League og F.A Cup.
Við franska landsliðnum var Kanté eisini við til at vinna HM í 2018.
N’Golo Kanté er sáttmálaleysur tann 30. juni, tí kann hann skifta frítt úr Chelsea til Al-Ittihad.