Fríggjadagin 20. juni vardi Niclas Højgaard Eysturoy, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sína ph.d.-ritgerð um føroyska knækanningarbólkin.
Í ritgerðini hevur hann í fleiri ár kanna títtleika, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum. Eisini verður hugt at, um hetta kann fremja slitgigt handan knæskelina og hvussu tað ávirkar lívsgóðskuna hjá teimum raktu.
Niclas Højgaard Eysturoy hevur verið ph.d.-lesandi á Københavns Universitet, og ritgerðin hevur fingið heitið The Faroese Knee Cohort.
Arbeiðið er gjørt í tøttum samstarvi við lækna- og granskingarfólk úr Danmark og Noregi, harímillum professarin Kristoffer Barfod, sum var høvuðsvegleiðari.
Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini, og vónandi fer hendan kanningin at geva eina betri fatan av trupulleikanum og hjálpa heilsuverkinum í Føroyum at taka betri avgerðir í framtíðini.