HB hevur gjørt sáttmála við niðurlendska vinstra bakkin, Lassana Faye. Hann er 26 ára gamal, og hevur seinast spælt Al-Zawraa SC í Irak.
Hann var partur av ungdómsakademiinum hjá PSV Eindhoven, og hevur spælt fýra ungdómslandsdystir fyri Niðurlond.
Sum ungur spældi hann 53 dystir við Vitesse Arnhem og Sparta Rotterdam í niðurlensku heiðursdeildini, sum er besta deildin í Niðurlondum
Síðan hevur hann spælt millum annað í Ukraina, Kanada, Lettlandi, , áðrenn hann nú kemur til Føroyar at spæla við HB.
Mynd: RSmedia/HB