Í fjør fekk Føroya Strykisamband limaskap í altjóða vektlyftingssamgonguni IWF, og hesa vikuna lyfta Niels Juel Arge og Barba Jansdóttir Andreasen sum tey fyrstu fyri Føroyar í EM-kappingini fyri veteranar í Albania.
Niels Juel Arge hevur longu verið í kapping, og hann gjørdi ikki mætari enn at vinna bronsu í aldursbólkinum 55–59 ár í vektbólkinum 109+ kg. Kappingin var hørð, men við 194 kg samanlagt eydnaðist tað honum at knógva bretanum David English og tryggja Føroyum sítt fyrsta EM-heiðursmerki í hesi ítróttargrein.
Í vikuskiftinum fer Barba Jansdóttir Andreasen at kappast í bólkinum 35–39 ár og fyri kvinnur lættari enn 64 kg. Hon hevur fyrireikað seg miðvíst og setti nýggj føroysk met í DM fyrr í ár. Hennara kapping verður fríggjadagin, har hon roynir seg móti sterkastu lyftarunum í sínum flokki.
EM-masters í Albania hevur metnógvar luttakarar í ár, við heili 908 lyftarum úr øllum Evropa.