Níggju fólk deyð í skothending í Texas

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Brian Harvey, ið er løgregluovasti í Allen, segði, at tann ein løgreglumaður sum, var á staðnum, tá ið hendingin fór fram beindi fyri drápsmanninum. Sambært NBS News vóru tey raktu millum 5 og 61 ára gomul. Brian Harvey segði, at fleiri atgerðir verða neyvan, og tað sær út til, at drápsmaðurin hevur verið einsamallur um illgerðina.

Mary Ann Greene var inni í handilsmiðstøðini, tá ið hendingin fór fram. Hon greiðir soleiðis frá hendingini:

– Vit vóru júst komin inn, tá vit hoyrdu onkran lata skot av. Starvsfólkini í handlunum vóru skjót at rulla trygdarportrini niður, og fáa okkum  kundar trygt afturum handilin. Øll bíðaðu aftanfyri ymsu handlarnar, inntil løgreglan kom og leiddi tey út, segði Greene við the Associated Press.

Tað er ikki almannakunngjørt enn, hvør brotsmaðurin er. Amerikanski forsetin, Joe Biden, er kunnaður um støðuna. Tey hvítu húsini hava boðað frá, at tey vilja veita hjálp og fylgja væl við støðuni støðugt og eru í samband við løgregluna.

Tað búgva meir enn 100.000 fólk í Allen, og sjálv handilsmiðstøðin hevur 120 handlar. Allen er ein býur, ið liggur á leið 48 kilometrar norðanfyri Dallas.