Niklas á Líðarenda fekk heiðursskjal Poul E. Petersen

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll í kvøld fekk Niklas á Líðarenda handað heiðurskjal Poul E. Petersen fyri sítt stóra arbeiði í føroyskum ítrótti í ein mansaldur.

Niklas á Líðarenda hevur havt stóran leiklut í føroyskum fótbólti í næstan 40 ár. Hann hevur dømt yvir 1.000 dystir og virka sum dómari, hjálpardómari, 4. dómari og eygleiðari.

Sum dómaraeygleiðari fyri UEFA hevur hann vitjað 54 av 55 limalondum. Hansara ágrýtni og eldhugi fyri fótbólti hava givið honum eina serstakan støðu, og hansara íkast til føroyskan verður fótbólt mett at vera ovurhonds stórt.

Heiðursskjal Poul E. Petersen

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt í ein mansaldur.