Nógv skal henda í tingsetuni

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Hendan samgongan hevur ikki so langa tíð eftir, men eftir hvat løgmaður førdi fram í dag, so ætlar hon sær at fremja nógv afturat tí, sum longu er hent.

Løgmaður boðaði frá, at eitt uppskot  um at taka MVG av nøkrum gerandisvørum fer til hoyringar í august. Hetta fyri at lætta um gerandisdagin hjá serliga barnafamiljum.

Hann rosaði eisini um ríkisrættarligu støðina, har breið semja er í tinginum um, at hon skal broytast.

Hann var eisini inni á, at landsstýrið fer í Løgtingið við einum uppskoti, sum skal geva landsstýrinum heimild at seta tiltøk í verk móti Russlandi, sum ikki eru knýtt at Ukraina-krígnum, Hann nevndi eisini, at Føroyar taka undir við  yvirlýsingini, sum 30 lond hava gjørt um ræðuleikarnar í Gaza.