Tað hava higartil 144 ukrainsk flóttafólk fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, og nógv tey flestu teirra hava fingið bústað í Havn.
Tað vísir ein uppgerð, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur gjørt í sambandi við fyrispurning frá Kristionnu Winther Poulsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Umframt tey 144 eru eisini trý, sum bíða eftir avgerð um uppihaldsloyvi.
Av teimum 144 hava 100 teirra fingið bústað í Havn. Næstflest eru í Klaksvík – har eru 11 – og síðani kemur Tvøroyri, har seks hava fingið bústað.
Í Sandi eru fimm, í Froðba eru trý, á Glyvrum eru tvey, og í Saltangará, Sørvági, Vági og á Nesi eru eitt flóttafólk í hvørjari bygd.
Landsstýrismaðurin ger kortini greitt, at summi av teimum, sum hava fingið uppihaldsloyvi, eru ikki í Føroyum longur.