Nú er tað endaliga avgjørt, at dysturin millum Liverpool og Manchester United verður spældur sum ætla klokkan 16. 30 í dag.
Kavaveður í Onglandi hótti annars dystin, men eftir tveir fundir í einum trygdarbólki undir býráðnum í Liverpool, varð á middegi boðað frá, at dysturin verður spældur.
Tað er ikki bara í Føroyum, at tað er kavi og kalt. Eisini í Onglandi er kavi, og tað hevur kava so illa í nátt, at stórdysturin millum Liverpool og Manchester United møguliga verður útsettur.
Sky Sports News sigur, at ein nevnd undir býráðnum í Liverpool hittist í morgun at viðgera støðuna, og fyribils verður alt gjørt fyri at spæla dystin, og nevndin kemur við nærri boðum á middegi.
Kavin gevur ongar trupulleikar á sjálvum leikvøllinum hjá Liverpool, Anfield. Har er hiti í vøllinum, og klárt at spæla.
Hinvegin, so hevur nógvi kavin ávirkan á ferðsluna, og seinkingar eru eisini á John Lennon flogvøllinum, har lendingarbreytin fyribils er stongd.
Føroyingar eru til dystin
Liverpool og Manchester United eru uttan iva tey útlendsku feløgini, sum hava flest viðhaldsfólk í Føroyum, og nógvir føroyingar gleða seg at síggja dystin millum arvafíggjandarnar klokkan 16.30 seinnapartin. Vit vita eisini um føroyingar, sum eru í Liverpool at síggja dystin, og vónandi fyri teir, verður dysturin spældur.
Liverpool er greitt oddalið í Premier League, meðan Manchester United er nummar 14, og hevur higartil havt eitt av sínum ringastu kappingarárum í langar tíðir. Liverpool er tí stórur favorittur at vinna dystin, men hesir dystirnir millum arvafíggjandarnar liva vanliga sítt egna lív, og tað hevur ikki so nógv at siga fyri úrslitið, hvar liðini eru á stigatalvuni.
Seinasta kappingarár vann Liverpool ongan dyst móti Manchester United, hóast Liverpool var langt framman fyri á stigatalvuni. Fyrr í hesum kappingarárinum vann Liverpool 3-0, tá ið liðini møttust í Manchester.
Dysturin byrjar eftir ætlan klokkan 16.30, og sum nevnt verður alt gjørt fyri at gjøgnumføra dystin.