Í gjár lækkaði evropeiski miðbankin rentuna við 0,25 prosentum, og tað sama gjørdi danski Tjóðbankin.
Herheima fylgdi Betri Banki beinanvegin eftir, og í dag boða Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi frá, at teir lækka renturnar samsvarandi.
Norðoya Sparikassi lækkar bæði innláns- og útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum fyri privat- og vinnukundar. Broytingarnar koma í gildi 23. apríl 2025.
Suðuroyar Sparikassi lækkar eisini sínar rentur við upp til 0,25 prosentstigum fyri bæði privat- og vinnukundar. Rentuyvirlitið verður dagført 16. apríl 2025, tá ið broytingarnar koma í gildi.