Norðurlandahúsið fyllir 40 ár

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í dag eru tað 40 ár síðan, at Norðurlandahúsið á fyrsta sinni læt upp – tað var tann 8. mai 1983. Í hesum sambandi verður móttøka í Norðurlandahúsinum umframt útgávukonsert við Anniku Hoydal.

Tá ið Norðurlandahúsið í Føroyum lat upp sunnudagin 8. mai 1983 spældi Annika Hoydal saman við Lars Trier á gittara á fyrstu konsertini í Norðurlandahúsinum. Nú 40 ár seinni, mánakvøldið 8. mai 2023, stendur hon aftur á pallinum saman við sínum nýggja føroyska bólki á júst sama palli. Nógv er broytt hesi fjøruti árini, men hetta verður uttan iva ein ógloymandi konsert við okkara Anniku Hoydal, sum hevur fingið nógv rós fyri sangin “Lívið dýra undur”, ið hevur verið at hoyrt í útvarpinum.

Leysir Endar er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal, sáli,  týddi til føroyskt. Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt alt inn. Øll upptøkan er akustiskt og alt í umhvørvinum, har Annika vaks upp.

Skráin í dag sær soleiðis út:

15.00 – 17.00 Borðreitt verður við kaffi og køku í forhøllini. PUTL veitir leskiligar køkur til okkara stóra dag.

16.00 Vælkoma við Gunn Hernes, stjóra, og heilsanir frá m.ø. Bjarna K. Petersen, norðurlendska samstarvsmálaráðharranum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska ráðharraráðnum, Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

17.00 Konsert við Fiona Folk Brothers og fólkadansur við Dansifrøi í Klingruni

17.30 Føroyskur dansur, fyri øll, við Dansifelagnum í Havn

19:30 Útgávukonsert við Anniku Hoydal